

Mín stóra søgubíblia (10)
275,00 kr.
Rithøvundur: Tom Wright
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Mín stóra søgubíblia (10)
Frágreiðing:
Evni: Barnabók
Týðari: Jón Magnus Joensen
Teknari: Helena Perez Garcia
Forlag: FELAGIÐ VØKSTUR
Útgávuár: 2025
Síður: 290
Myndir: Ja
Bókaklubba: Nei
- Vørulýsing
Vørulýsing
Mín stóra søgubíblia lyftir upplivingina at lesa eina barnabíbliu til nýggjar hæddir. Glaða frásøganhjá Tom Wright er myndarík við djúpum alski til Skriftirnar. Og eins og hann vandaliga endurgevur hvørja søgu, so letur Tom Wright lesaran uppdaga, hvussu einastandandi væl bíbliusøgurnar eru tvinnaðar saman. Og hvussu tær skapa ta stóru søguna um Guds ætlan at fáa alt aftur á beint,tá ið himmal og jørð verða eitt.
Um tú lesur hesa barnabíbliu fyri teg sjálva/n ella fyri øðrum, so vilt túfegnast um bíblisku afturljóðini og myndafrøðiligu sambondini, ið tilsamans skapa hesa stóru søgu. Og ikki nóg mikið við hesum, tí mín stóra søgubíblia sigur ikki bara frá nøkrum, ið fyrifórst í gamlari tíð: Hon fortelur eina livandi og viðvarandi søgu – søguna um Gud, ið vissuliga býður tær atgerast partur av henni!




