Koks

440,00 kr.

Koks, sum er á føroyskum og enskum, er stór í vavi og telur 290 blaðsíður í sjáldsama vakrari permu. Bókin kann bæði sigast at verða matlistarlig, gastronomisk, og myndlistarlig, so góðar myndirnar úr føroysku náttúruni eru.
Í orðum og myndum verða djúpt heimligu og samstundis avgjørt altjóða avrikini hjá Leifi lýst, tær skiftandi árstíðirnar, tær mongu heimligu rávørðurnar og ikki minst føroyska matmentanin. Serliga sjáldsama haldi eg lýsingina av grindadrápi verða.

Rithøvundur: Bent Christensen

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Koks

Frágreiðing: Bókin tekur støði í arbeiðnum hjá Leif Sørensen í matstovuni Koks, tí heitið á bókini.

Evni: Matlist/Myndlist

Forlag: KOKS

Útgávuár: 2012

Síður: 290

Myndir: Ja

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 7031