Íslendskir kongar (16)
348,00 kr.
Rithøvundur: Einar Már Guðmundsson
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Íslendskir kongar (16)
Frágreiðing:
Evni:
Týðari: Martin Næs, Tóra Tóroddsdóttir
Forlag: SPF. SPROTIN
Útgávuár: 2025
Síður: 296
Myndir: Nei
Bókaklubba: Nei
- Vørulýsing
Vørulýsing
Knudsenættin hevur búð í Tangavík í meira enn tvær øldir, og sjálvandi búði hon víða um í landinum,og summi búðu uttanlands. Í Tangavík hava teir bygt sildarverksmiðjur, vøruhús og handilshús, teirhava sitið í býráðum og býarstýrum, átt fiskastykki, mjølverksmiðjur, motorbátar, trolarar ogfrystihús, og teir hava stjórnað hornorkestrum, manskórum og kvinnufeløgum. Knudsenættin hevurhavt sína stórveldistíð og er farin av knóranum. Hon er bæði horvin og komin afturíaftur, soleiðis tað plagar at ganga við kongaættum, hon hevur verið bæði ómetaliga nógv avhildin og eisini illadámd og alt har ímillum.
Í knudsenættini hava verið flogvit og høvdingar, bloytur og ótangar. Hálvbýtt bygdarfrell og løgnirfiskar hava rikist inn í ættina, og summir vórðu borgarstjórar, og aðrir endaðu enntá á tingi.Knudsenmenninir hava verið ráðharrar, lærarar, flogskiparar, tænarar, brotsmenn, sakførarar, ja,enntá alt í sama persóni. Konur av knudsenættini hava verið húsfrýr, flogternur, og tær havastarvast við list og leir. Tær hava arbeitt nógv í vælgerðararbeiði og mentan, í frystihúsum og í ffiskastykkjum og við flutningsbond, á býráðsskrivstovum, hotellum, matstovum, í skúlum ogbankum.
Einar Már Guðmundsson hevur skrivað eina á mangan hátt stuttliga og áhugaverda skaldsøgu, harhann skoðar íslendingar og íslendska samfelagið innanífrá.






