Hendur ið sleptu (20)
250,00 kr.
Rithøvundur: Óli Jacobsen
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Hendur ið sleptu (20)
Frágreiðing:
Evni:
Forlag: FORLAGIÐ TJØRNUSTOVA
Útgávuár: 2025
Síður: 238
Myndir: Ja
Bókaklubba: Nei
- Vørulýsing
Vørulýsing
Henda bókin er grundað á røðina “Hendur ið sleptu”, sum eg byrjaði i Sosialinum i 2007.Endamálið var at lýsa søguna aftan fyri gravirnar i kirkjugarðinum á Svínaryggi i Tórshavn, sum høvdu gravstein. Her var talan um umleið 240 steinar við uml 500 nøvnum,og er tað eydnast at fáa á prent søguna og ættarsøguna hjá teimum flestu í hesum gravum.
Í bókini eru serliga søgurnar hjá tveimum persónum, sum eru jarðað í kirkjugarðinum. Onnur er hjá Caroline Heinesen (1873-1944); sum var mamma William Heinesen, og hin er hjá Egil Henning Djurhuus (1898-1919).
Caroline skrivaði eina drúgva havnarsøgu á eldri árum, har hon eisini umrøður fleiri av teimum, sum eru jarðað i kirkjugarðinum.
Egil Henning var abbasonur tann sokallaða Faktorin, sum legði grundarlagið fyri menningini av Klaksvikini.Egil var deyðiliga sjúkur, og á sini sjúkralegu skrivaði hann hugtakandidagbók, sum er eitt gott íkast til Havnarsøgu. Hann bleiv bara 20 ára gamal.
Seinast í bókini er yvirlit yvir greinarnar i røðini “Hendur ið sleptu”, og hvørjir persónar i Gamlakirkjugarði eru umrøddir í hvørji grein. Tilvísing er, hvussu hesar greinir kunnu finnast á alnetinum.
Slík søga um ein kirkjugarð er ikki skrivað fyrr í Føroyum. Endamálið er at heiðra “hendurnar ið sleptu”, sum hava lagt grundarlagið fyri búskaparligu og mentanarligu vælferðini, sum vit hava í dag






