Gloym meg (30)
298,00 kr.
Rithøvundur: Alex Schulman
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Gloym meg (30)
Frágreiðing:
Evni:
Týðari: Jákup í Skemmuni
Forlag: SPF. SPROTIN
Útgávuár: 2026
Síður: 204
Myndir: Nei
Bókaklubba: Nei
- Vørulýsing
Vørulýsing
Hetta er tekstur, ið kensluliga nemur ógviliga djúpt, um hvussu sárbær børn eru.
Tað er ein sorg og vónloysi í lítla dronginum, sum eingin kann verja seg fyri. Tá ið hann lýsir neyvt, hvussu hann eygleiddi mammu sína, tá ið hon ikki var, sum hon átti at vera. Allar fløskurnar,at hon legðist upp í song, óttin fyri, hvat kundi henda henni og øll ábyrgdin av at verja hana fyri annara eygum. Eingin skuldi fáa at vita…
Og so sorgin og ørkymlanin um, at alt ikki var í lagi í familjuni. Har var eingin at spyrja ella fáastuðul frá. Bara einsemi. Og móðurloysi. Mamman, sum hann var so góður við, var ikki har longur, oghonum longdist eftir henni. Og honum longdist eftir einum sindri av eymleika frá øðrum.
Árini ganga og støðan bæði versnar og batnar. Ein syrgilig ættarsøga er avdúkað við kulda, tøgn og fjarstøðu.
Alex sigur seg skriva fyri at endurskapa barndómin. Fyri at sættast við tann, hann veruliga hevði ogat minnast tann, honum longdist eftir, tey fyrstu árini, tá ið mammufavnurin enn var opin. Tann,sum kápumyndin vísir, ein mynd av mammuni og Alex sum hann fann, tá ið hann seinni ruddaðieftir hana.
Heitið “Gloym meg” vísir til orðini hjá mammuni, tá ið hon ikki vildi viðurkenna, hvaðna minni tosa um, sína alkoholismu. So ræðuliga syrgiligt!






