Fjarvera tín er myrkur (12)

348,00 kr.

Rithøvundur: Jón Kalman Stefánsson

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Fjarvera tín er myrkur (12)

Frágreiðing:

Evni:

Týðari: þóra þóroddsdóttir, Martin Næs

Forlag: SPF. SPROTIN

Útgávuár: 2025

Síður: 550

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10336

Vørulýsing

Frásøgumaðurin vaknar í einari fremmandari kirkju onkustaðni í útnyrðingshorni Íslands. Hannhevur mist minnið og roynir at minnast lívið, sum tað var. Ein gátuførur maður hjálpir honum ogverður hansara fylgisneyti. Kanska er hann busssjafførur, kanska prestur, ella kanska er hann faninsjálvur.
Frásøgumaðurin skrivar søguna samstundis, sum vit lesa hana, og so hvørt sum gongd kemur á,kemur eitt margfalt og livandi lið av persónum til sjóndar: Vit frætta um eitt konufólk, ið verðurásttikin í einum bónda, sum hevur sjaldsamastu bláu eygu, hon hevur sæð, og lurtar eftir BobDylan, eina mammu, sum verður noydd at fara frá barni sínum, ein prest, sum hevur brævasambandvið ein týskan yrkjara, ein útróðrarmann, sum er serfrøðingur í Kierkegaard, ein hugtunganrokktónleikara og eina bóndakonu, sum skrivar eina grein um maðkin, moldarinnar blinda yrkjara.
Fjarvera tín er myrkur er søgan um smílið í einari kvinnu, ið kann vekja gudarnar og lýsa heiminallan upp. Tað er ein søga um gloymsku og fyrigeving, dreymar og fáfongd, sakn og girnd, mistøk ogeydnu og um lagnunnar treiska snarræði. Burtur úr fylgispælinum úr Deyðans sangskrá veksurspakuliga fram myndin av einari familju.
Fjarvera tín er myrkur er søga, sum er so vøkur, at eingin sleppur undan at verða ávirkaður av henni