Feðgarnir á Miðgerði og Kristin á Øgrum
348,00 kr.
Rithøvundur: Kristin Vestergaard
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Feðgarnir á Miðgerði og Kristin á Øgrum
Frágreiðing:
Evni:
Forlag: SPF. SPROTIN
Útgávuár: 2024
Síður: 203
Myndir: Nei
Bókaklubba: Nei
- Vørulýsing
Vørulýsing
Bókin er um tríggjar menn, sum umboða trý ættarlið av miðgerðamonnum: Feðgarnar Poul áMiðgerði og Poul Johannis á Miðgerði og Kristin á Øgrum, abbason Poul Johannisar.
Poul á Miðgerði var sonur Jákup á Miðgerði í Kollafirði. Jákup var hegnismaður – bæði træsmiður,jarnsmiður og grótmaður. Hetta hegnið arvaðu synirnir og fingu roynt seg í øllum lutum bæði uttan-og innandura, so tá ið tann elsti fekk garðin, vóru hinir til reiðar at fara undir annað arbeiði. Teir vóru tiltiknir raskir skilamenn. Teir settu dám á sína samtíð bæði handaliga og andaliga. Dirvi og dygd og orka eyðkendi teir. Truplar tíðir kendu teir eyðvitað, men ljóst lyndi og bjarta lívsáskoðan áttu teir. Teir bardust við eitt ójavnt samfelag og góvu stundum yvirstættini høgg.
Kristin á Øgrum livdi í eini broytingartíð, men ættarbregðið kom honum til gagns, tá ið eisini hannskuldi taka avgerðir, sum ávirkaðu menn og teirra húski í samtíðini.






