Dýrmæta lív

129,00 kr.

Rithøvundur: Jørgen-Frantz Jacobsen

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Dýrmæta lív

Frágreiðing: Brøv til William Heinesen

Evni:

Týðari: Chr. Matras

Forlag: SPF. SPROTIN

Útgávuár: 2011

Síður: 119

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 6560

Vørulýsing

Hesar seinastu mánaðirnar havi eg verið staddur um ikki í versta vanda so í ræðuligum gjálvi. Mítt skip, sum siglir sjúkunnar hav, hevur jú sjógvin standandi høgt í hvørjum lastarúmi, tað flýturtung liga og høggur ræðuliga. Eg hugsi mær tað, løgið at siga, liggja út fyri Góðvónar Høvda, men tað er einki symbolskt hugmynda samband; tí vón? Vón kortini! Hvussu steingrátt havið er, og hvussu døkt er í erva, má ein kortini minnast til, at ein er „føddur og uppvaksin millum teir militeru,“sumkvartermeistarin Krakk sigur í operuni „Hin knái Tinsoldáturin“. Tann tankin kann koma sníkjandi á meg í míni miklu møði, at nú kann krússið brátt sigast at vera fult. Ein kann kenna seg etsaðan inn í lívsnervina og hugsa: nunc libera me. Tá ræður um at minnast til Kraks gomlu ariu á TórshavnarSkansa-vølli: Militerið við lavettirnar ræðist ikki bajonettirnar! Alraminst nú eigur eisini „Skansin at quitterast“. Tí Barbara vinnur framá við ikki so vánaligari ferð. Í øllum gjálvinum vinnur ein longri fram á vegin. Soleiðsi skrivar Jørgen-Frantz Jacobsen til vinmann in William Heinesen í februar 1938 ein mánað, áðrenn hann doyði. 16 ára dystur við tuberklarnar var av. Jørgen-Frantz Jacobsen varð 37 ár.