2-5 ár: Sukurvatt
0,00 kr.
Hjálp, kom og
hjálp mær!” hoyrir hann tað runga niðri úr vaskinum, so tað ekkóar um
allan kjallaran. Hvør er hatta sum rópar soleiðis? Hann lirkar eitt eyga upp og
skeitir niður í vaskið. Hann sær bara skínandi, blankt stál. So lirkar hann
eitt eyga upp aftrat. Jú, har er okkurt niðri á botninum. Jú, mín sann! Ein
tvísterta, sum hann ongantíð hevur sæð fyrr, stendur har púra einsamøll mitt
niðri í vaskinum.
Rithøvundur: Elsubeth M. Fossádal
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Sukurvatt
Frágreiðing:
Evni:
Teknari: Hans Jacob Østerø
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2026
Síður: 0
Myndir: Ja
Bókaklubba: Ja






