Angin av vanilju
Omma Siri hevur krabbamein og gerst sjúkari og sjúkari, og floksfelagin, Coco, roynir at hjálpa Siri at fáa megina til at venda sjúkragongdini. Eitt undur skal henda, so at omma Siri ikki skal doyggja. Men undur kosta. Hvør er Coco? Hjálpir hann Siri, ella hjálpir hann henni ikki? Hon ivast, men verður alsamt meira hugtikin av tí løgna Coco, sum ger alt fyri at koma í samband við hana.
Shakespeare tjóvurin
- Tú skalt stjala sjónleikin hjá Shakespeare, Hamlet, ella... Hesi vóru boðini frá harra hansara. Og Skarvur, ein neyðars faðir- og móðurloysingur, ið dugir tað sjáldsama kynstrið at skriftrita: at skriva stutt, kvikliga og loyniliga tað talaða orðið eins skjótt, ið tað verður talað, hann noyðist at gera eftir boðunum. Harri hansara eigur hann og kann gera við hann, sum honum lystir.
Ýr
ýr er ein fitt, 5 ára gomul genta, sum býr saman við mammu, pápa, tvíburabeiggjunum Rólvi og Grana og stórusystrini Drós onkustaðni í Føroyum. Ýr hevur óføra gott hugflog, og tú fert ikki at keða teg saman við henni, tá ið hon spælir við Dúnhild, dunnuungan, sum pápin finnur í garðinum eitt kvøldið, ella Røskvu vinkonuna, sum kemur at ferðast í grannahúsunum.
Í vøggustovu við Helenu
Helena býr í Danmørk. Omman er eitt summarið og vitjar hana og sleppur við henni í vøggustovu at síggja stovurnar, øll leikuni, børnini og konurnar, ið arbeiða har. Um gerandisdagin hjá tvey ára gomlu Helenu.
Tað er lagamanni
Vit hitta Evu og Svein Ára, og spenningurin kemur veruliga í hæddina, tá høvundurin lýsir ta gomlu og heldur løgnu konuna Lenu.
Reytt, blátt og eitt sindur av
Søgan er í stuttum henda. 7 ára gamla Oda fer við farbróðrinum í stóra listaskálan, har hann arbeiðir. Hon skal bara tiga og ikki siga eitt kis, meðan farbróður skal greiða frá myndlist. Hetta er einki stuttligt, og so vil Oda brádliga so illa pissa. Hon fer nú at finna sær eitt vesi sjálv, men áðrenn hon veit av, kemur hon sær inn í ein annan heim, listaheim.
Góði Gud, tak tær um reiggj
Um 14 ára gomlu Annu, sum gongur í 8. flokki í einum skúla í Havn. Hon er ikki væl nøgd við lívið. Men so hittir hon Heindrik. Anna broytist, og lívið verður so nógv lættari. Onkuntíð heldur hon, at Heindrikur er ikki rættsiktaður, men tað hevur minni at týða. Hon er so forelskað í honum, at hon fer eisini at dáma seg sjálva.
Knassi
Hugtakandi søga um ein tólv ára gamlan drong og besta vin hansara - tomu vaskibjørnina Knassa.
Ørindi í loyndum
16 ára gamla fer Ingrið inn í býin at ganga í studentaskúla. Hetta verður samtíðis ein ferð úr barndóminum og inn í vaksnamannaheimin. Men hon tekur dreymarnar við sær - og longsulin eftir tí ókenda.
Palli Pumm og húsið í Pumsarlá
Hungangshungrandi spælibjørnin, Palli Pumm. Bæði ung og gomul fara at stuttleika sær saman við Palla Pumm, Kristoffuri Róa, Purkili, Kaninusi, Uglasi, Asnari, Kengu og lítla Ru, tá ið tey fara á ævintýrferð í hundrað metra skóginum. Í hesi bókini finnur Tikári út av, hvat tikárum dámar, og Purkil ger eitt satt bragd. Asnar finnur Gulasastovu, og Uglas flytur í hana, og Kristoffur Rói og Pumm finna eina álvalund. Ein kærkomin bók at lesa fyri børnum.
Agnas og ljósið
Allahalgannadag fara Agnas, pápin og stóribeiggi hennara Martin í kirkjugarðin at tenra ljós á grøvini hjá mammuni, sum doyði fyri nøkrum árum síðan. Ljósið fer at brenna í fimm dagar, og Agnas ger av at fara hvønn fimta dag til nýggjárs. Men onkur annar ger eisini tað. Bókin snýr seg um sterkar kenslur, sorg og lívsgleði. Ein innilig bók við humor, álvarsemi, veruleika og hugflogi.
Dalurin fagri
Um drongin Páll, ið veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum fagra - Hoydalar.
Baby Blues
Jimmy situr inn ímóti garðinum, hendur í favn. Eg veit ikki, um hann er illur við meg ella okkurt. Hann sigur einki. Eg veit ikki, hvussu leingi vit sótu soleiðis. Og eg hugsi, hvussu ber tað til, í áðni var alt so gott, og nú er alt av hundanum til. Eg eri køld, og skelvi.















