Neyðars skrímsl (28)
Stóra skrímsl ætlaði sær í hagan við lítla skrímsli. Men tað verður av ongum, tí lítla skrímsl má vera heima saman við Loðskrímsli. Og nú ætlar Loðskrímslið sær ongantíð heim aftur.
At kanna brotsgerðir
Fleiri hundrað prógv kunnu verða funnin á einum gerningstaði. Nøkur eru púra greið og sjálvsøgd, so sum fótaspor í kava ella ein hamari,sum hevur verið nýttur til at bróta ein rút.onnur prógv ber næstan ikki til at síggja.Serfrøðingar siga okkum,hvat ið hendir við prógvum,tá ið tey verða send til eina kanningarstovu at kanna.Her nýta serfrøðingar nýggjastu tøkni og alla sína vitan til at fáa skil á,hvat ið hendir undir einari brotsgerð.Eitt hár ella eitt sindur av spýtti kann avdúka ein brotsmann
Askur og vasin
Askur hjálpir abbanum ar flyta. Hann finnur ein gamlan vasa. Vasin er brotin. Har er ein leyva á honum. Kann er sleppa at eiga vasan? spyr Askur.
Askur og músin
Onkur skavast! Ein mús býr undir skápinum. Askur setir eina fellu upp. Hann ynskir sær eitt dýr.Helst eina mús. Men pápin ræðist mýs.
Djór í kríggi
Frá rossum og fílum, sum flyta hermenn, til hundar, sum verða sendir úr flogførum,og delfinir, sum leita eftir minum; djór hava altíð havt ein týðandi leiklut, tá ið kríggj er. Søgur teirra eru eins hugfangandi og syrgiligar sum søgurnar um hermenninar, ið djórini hava tænt.
Huckleberry Finn og ævint.hans
Huckelberry Finn orkar ikki longur at búgva í einum húsum og at ganga í nýggjum klæðum, sum skriða. Hann fer eina ferð eftir Mississippi-ánni, og har upplivir hann mong ævintýr.
Sparka
Fótbóltur, fótbóltur, fótbóltur, vinir, ósemjur og eitt sindur av kærleika. Møt Vilhjálmi, sum er ellivu ár, og flokki hansara 5.b.
Svaki skúlastjórin
Fyri at fáa svimjimerki, skalt tú klára at: Svimja 25 metur - Kava niður á botn í hylinum - Bjarga skúlastjóranum. Ruben dugir ikki at svimja. Haraftrat ræðist hann stjóran. Saman við besta vini sínum, Kent, má hann leggja eina ætlan, so hann sleppur undan - ella heilt fær steðgað - svimjiroyndini og tað skjótt.
Brenna deyðagras
Maria vísir Øssuri og Lív, hvussu tey kunnu brenna deyðagras. Eldslogarnir eru smáir, og Øssur stuttleikar sær við at leypa tvørtur um teir. Men tá ið teir stóru dreingirnir koma, missa tey tamarhaldið. Eldslogarnir nærkast skóginum - og trænum, har Baldur stendur bundin!
Revur og jólavættur (23)
Náttin er stjørnuklár, og Mikkjal revur smýgur sær fram til garðin, har menniskjuni búgva. Ikki varnast tey, at hann kemur tøssandi - men tað ger garðvætturin. Og hønurnar - nú mugu tær ansa sær! Men jólavætturin blíðkar tann svanga revin og gevur honum burtur av greytinum, sum børnini hava sett til hansara. Spenningur og gandakendur jólahýrur til bæði børn og vaksin.
Harry Potter 3 v/myndum - og fangin úr Azkaban(6)
Ein brotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla. Harry fær at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey.
Billie. Fráferð 9:42 til nýggja lívið (50)
Fosturfamiljan hjá Billie býr í einum brúnum húsum í Búkróki. Billie kemur úr Stockholm, og staðið, har hon skal vera, er so lítið, at hon veit næstan ikki av, at tey eru frammi, tá ið bilurin bremsar.Billie er ein ørðvísi genta enn tær,sum búgva í Búkróki,hon hevur sín egna vilja og er altíð í góðum lag,sjálvt um umstøðurnar ikki eru so framúr góðar.Og so er okkurt løgið við hesari prestafamiljuni í Búkróki,tað er so kalt inni, og øll eru so álvarsom og Billie er forvitin.
Kryptalportalurin 2
William er aftur á Læristovninum. Her er alt øðrvísi: Her eru portursbann og vaktir allastaðni. So fer ymiskt løgið at henda. Hví fær William hesi sterku herðindini? Og hvør er hesin myrki skapningurin, sum roynir at koma í samband við hann? Alt førir fram ímóti kryptalportalinum. Men hvat er har í grundini?
Náttarskrímslið
Á degnum, tá ið Frank fyllir níggju ár, hendir nakað, sum broytir lív hansara. Tann lítli, ullinti hundurin hjá grannanum, Uffi, verður so uppøstur, at hann bítur Frank í fingurin, og so fer Frank at droyma løgnar dreymar. Í dreymi hevur hann skinn um allan kroppin, og hann rennur í skóginum á fýra beinum. Tað einasta, hann vil, er at blíva kíndur. Men hví blíva øll so bangin?
Gloria og Soria Moria
Gloria er og vitjar abban á Mjólkarvegi 18. Tey drekka heitt kakao við róma í og eta nýbakaðar bollar, sum abbin hevur bakað.Gloria hugsar ikki um annað enn, at hon vil gerast sirkusgenta, og tað heldur abbin vera eitt frálíkt hugskot. Úti í urtagarðinum hjá abbanum stendur ein spildurnýggj trampolin. Hana hevur abbin sett upp til sirkusgentuna, Gloriu.
Jákup og bønastongin
Jákup og mamman eru fátæk, tey hava ongan mat og ringar vónir um framtíðina ... til Jákup hittir ein lítlan mann við nøkrum gandabønum.















