Pápi Pál gandar
Pál er glaður. Pápi hansara skal ganda fyri flokkinum. Tað hevur hann ikki roynt fyrr. Men hann hevur vant. So tað kann ikki miseydnast.
Pál fær trampolin
Pápi Pál hoppar høgt upp. Ansa tær nú, pápi, sigur Pál. Tú mást ikki hoppa so høgt. So rakar tú...
Dinosaurar
Hvussu stórir vóru dinosaurarnir, og hvat ótu teir? Hvørjir dinosaurar vóru ræðandi, og hvørjir vóru fittir? Í hesi bókini fært tú svarini og nógv annað at vita um hesi hugtakandi djórini.
So vøkur tú ert
Skaldsøgan sigur eina søgu um ein drong, sum er um at gerast ungur maður, ímeðan ein annar ungur maður fánar burtur. Tað snýr seg um at taka teir møguleikarnar, sum lívið hevur at bjóða – og um at ein dag eru ikki fleiri møguleikar eftir. Skaldsøgan er poetisk og viðger djúp og álvarsom evni sum deyða og sorg, men hon hevur samstundis eina fangandi hendingagongd og livandi samrøður.Søgan lýsir, hvussu sorg og forelskilsi kunnu kennast hjá einum ungum menniskja í dag.
Træhúsið í 26 hæddum (20)
Hetta er onnur bókin um teir báðar vinmenninar Andy og Terry, sum búgva í tí mest ótrúliga træhúsinum, sum nú er víðkað úr 13 upp í 26 hæddir. Træhúsið er snikkað saman eftir hugaheiminum hjá tveimum kreativum dreingjum, tí har eru m.a. ein robottur, sum selur 78 ymisk sløg av ísi, eitt vektloysiskamar og ein dómadags-villiniborg. Bókin er full í ørligum og undirhaldandi søgum og hendingum. Hetta er ein tekstbók við nógvum myndum, og hon egnar seg væl til nýggjar lesarar.
Søgur um náttina
Fortel mær tríggjar søgur, góða, góða, góða, bað Lítlabjørn. Tríggjar søgur!? segði Bjarnamamman, Ja, eg segði jú góða tríggjar ferðir! segði Lítlabjørn
Sutturnar hjá Valdimari (22)
Valdimar elskar at slupra og sutta. Men nú heldur pápin, at Valdemar er ein stórur úlvur, sum eigur at gevast at brúka suttu. Tá ið lítlasysturin Lina missir suttuna burtur, vísir Valdimar, hvat tað merkir at vera rættur stórur úlvur.
Kepler62, Slóðarar-4 (65)
Ari, Maria og Jóni eru umsíðir komin til gongustjørnuna Kepler62e. Á gongustjørnuni er gras, plantuvøkstur og vatn, og tey byrja spakuliga at síggja eina framtíð fyri sær. Men so finnur Maria út av, at tey ikki eru einsamøll á gongustjørnini. Kann hon líta á hesar verurnar? Jóni verður lívshættisliga sjúkur, og tá noyðist hon at taka kjansin.
Kepler62, Ferðin 3 (57)
Ari, Jóni og Maria fara á ta longstu rúmdarferðina í søguni hjá mannaættini. Tey skulu til gongustjørnuna Kepler62e, sum er heili 1200 ljósár burtur. Vandarnir á ferðini eru nógvir – halastjørnur, loftsteinar og ormahol. Men tað er eisini okkurt illgrunasamt við allari hesari ferðini. Hví er Maria løgd í hypersvøvn? Og hvat man vera í hasum hylkinum, sum Olivia roynir at fjala fyri teimum?
Bókin um Dust- fyrsta bind (16)
Malcolm Polstead arbeiðir á vertshúsinum hjá foreldrum sínum,og har hoyrir hann orðið dust.Tað er okkurt serligt við hesum dustinum.Sum um tað ikki er heilt vanligt dust.Hendan veturin regnar tað sum ongantíð fyrr,og alt verður undir í vatni.Eitt str íð millum vísindi,politikk og átrúnað er byrjað.Malcolm missir alt í illveðrinum,og hann noyðist at fara á eina ferð,sum broytir lív hansara.Við á ferðini í kanoini,sum eitur La Bella Sauvage,eru pinkubarnið Lyra og Alice.Og teir tríggir daimonarnir.
Eg eri ein prinsessa
Heimsins vandamiklasta harkalið 1
Killer, Skrappi og Kryvjarin, hesi nøvnini eru ræðuliga vandamikil, og tað eru tey sjálvandi, tí hesir dreingirnir eru í Heimsins vandamiklasta harkaliði. Teir halda til í Ræðuborgini í Illaskógi, og ein dagin hoyra teir, at okkurt er komið í felluna uttan fyri Ræðuborgina.Er tað hitt harkaliðið í Illaskógi,Heimsins vánaligasta harkalið,sum loypur á?Nei,tað er ein løgin skapningur–ein genta!Og henda gentan er ikki hvør sum helst,tí hon ætlar sær eisini at vera í Heimsins vandamiklasta harkaliðið.
Áh Óh - mánin!
Lundapisurnar Stóra og lítla spæla í fjøruni. Knappliga er okkurt stórt og gult har. Stóra veit væl, hvat hetta er – tað er mánin! Og hann flýgur av stað við lítlu. Nú eru góð ráð dýr!
Sparka við Magna - Magni Magnason greiðir frá
Tað er ikki lætt at spæla fótbólt.Tað veit eg nú,at tað ikki er.Tí tað er ringt at klára seg væl altíð.Eg slapp annars við á liðið beinavegin. Enntá í bestu deild.
Sofía og Anita - hurðin í fjallinum
Sofía og Anita síggja tveir gátuførar menn bera ting úr einum gomlum bumbuskýli.Munnu teir vera tjóvar?Genturnar fara at kanna,hvat ið er á vási.Tað verður nógv óhugnaligari,enn tær høvdu væntað. Sofía og Anita er ein spenningsrøð,sum Line Baugsø hevur skrivað. Hon hevur eisini skrivað bøkurnar um smáu detektivarnar, katlu og stinu.
Romeo & Julia
Romeo og Julia eru góð...... men ættirnar hjá teimum eru fíggindar.Í gamla Verona,har tey berjast við svørðum,hava loyndarmál og duga at bryggja gandadrykkir,hoyra vit um syndarligu kærleikssøguna,sum endaði so ræðuliga.















