Hevnarin
Ella er saman við happaranum Damiani. Ein dagin kemur hann ikki í skúla. Hvar er hann? Skjótt er halloween-veitsla í gamla sláturhúsinum. Alvi, sum er ungdómsráðgevi, biður Ellu hjálpa til. Men hvat er hetta fyri veitsla, sum Alvi skipar fyri? Hví skulu eingi foreldur vera vakt? Og hvar verður av Damiani?
Handbók fyri superhetjur 5.partur: Horvin
Størsti brotsmaðurin í Rosenhill, Wolfgang, situr í fongslinum. ;´Men tað merkir ikki, at Lisa og Maks einki hava at gera. Ein dagin hendir nakað ræðuligt. Børn fara at hvørva um næturnar. Eitt fyri og annað eftir, uttan nakra ábending. Fólk í býnum verða ørg - hví finna Reyði skorturin og Villa býflugan ikki børnini? Samstundis roynir Lisa at læra Niklas og Robert superhetjukynstur, men hetta gongur ikki væl. Brádliga eru øll ímóti Lisu. Hvønn kann hon nú líta á?
Lívið í rúmdini
Hvar búgva fólkini úti í rúmdini, og hvussu koma tey hagar? Hvussu er tað at arbeiða, eta og sova í rúmdini? Í hesi bókini finnur tú svarini og ørgrynnu av spennandi upplýsingum um lívið í rúmdini.
Heykur flytur inn
Eg eiti Lea, og eg havi altíð vilja átt ein hund. Eg havi lisið um hundar og lært meg alt, sum tú eigur at vita um hundar. Eg havi plága mammu og babba hvønn dag. Eg havi gjørt altfyri at fáa ein hund. Og veitst tú hvat? Ein dagin hendi tað! Eg fekk ein hund. Heykur flytit inn til okkara.
Ghost - Fjarstýrarin
David flýggjar. Hann fjalir seg langt burtur frá familjuni, meðan hann roynir at finna prógv, sum kunnu fáa pápan út úr fongslinum. Men nógvar løgnar hendingar eru í býnum. Fólk bera seg at sum sombi. Sum er tað onkur, sum stýrir teimum. Skjótt er ein heilur herur av viljaleysum trælum í hølunum á Dávidi. Hvussu skal hann megna at vinna á einum manni, sum brúkar ósek sum livandi skjøldur?
Surrandi og krúpandi SMÁKYKT
Tað eru nógv túsund sløg av smákyktum til. Visti tú, at tað bara er honmýggjabitin, sum sýgur blóð? Ella at grindalokkur er ein risamýggjabiti? Og at grátt undir steini hevur táknur? Og hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu nógv eygu ein eiturkoppur hevur? Um klukkur duga at flúgva? Ella um reyðmaðkur skríður líka væl aftureftir sum frameftir? Les meiri um, hvussu hesi og onnur smákykt liva.
Heimsfarsóttir
Ein sjúka breiðir seg um allan heimin. Er honvandamikil? Fara nógv at doyggja? Fáa vit hjálp, um vit gerast sjúk? Í hesi bókini kanst tú lesa um nógvar heimsfarsóttir, og hvussu tær ávirka okkum. Eisini um koronu í Føroyum.
Vinur mín Bartal - Tey í skrímslagarði
Bók, sum er stuttlig og løtt at lesa.
Fitta milliónin (30)
Ein púra vanligan dag vinna Frank og mamman í lotto. Og sjálvandi er ongin dagur vanligur aftan á tað. Øll í bygdini vilja hava tær fýraogtjúgu milliónirnar. Mamman ger alt verri, tá hon sigur, at tann fittasti persónurin í bygdini fær burtur av pengunum. Tað verður so ringt, at mamman og Frank noyðast at rýma í Suðurlond at ferðast. Hvussu leingi kunnu tey krógva seg? Hvør í bygdini fer at vinna kappingina um at vera fittast? Og kann tað veruliga enda við,at Frank ikki fær eitt klovið oyra?
Tá ið Mamma Mu møtti Krákusi fyrstu ferð
Mamma Mu fekk sær renningarlop og hoppaði yvir um hegnið. - Oy, her liggur ein lítil fuglur! segði hon. Hon snoddaði at honum. - Er hann deyður? Fuglurin reisti seg. - Hvat GERT tú?! kráaði hann. Eg eri ikki nakar lítil fuglur! Er eri sjálvur Krákus! - Eg eri eri sjálv Mamma Mu, segði Mamma Mu og smíltist vinaliga. Tí hetta var allar fyrstu ferðina, at Mamma Mu hitti Krákus.
Mín gløggi vinur (34)
Krimisøgurnar fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir her í Føroyum. Gáturnar nema samstundis við tað ódámliga, sum vit í felag mugu fyribylgja og koma til lívs. Hugskotið er at árvakni lesarin lærur seg at steðga á við støður, har tað verður logið, svikað ella eitthvørt illgrunasamt býr undir.
Jagstranin eftir vittrunum (18)
Bardagin um Salajak er av, men tað er jagstranin eftir vittrunum ikki. Nógvar vittrur eru rýmdar niður í tunlarnar undir borgini. Marruvittran Ristin og Dhor prinsur fara niður í avgrundina Jarmaland. Í hølunum á teimum er eitt lið av riddarum, fólkahermonnum og álvum, og Jøran og Niklas Egg skulu vísa teimum veg ígjøgnum bergið. Bæði vittrur og menniskju noyðast nú at stríðast í einum ókendum heimi, har vindarnir eru ísakaldir, og har óndar verur lúra í skuggunum …
Sum rótskot
Hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Tú hugsar kanska sum Pax: hygg her, eg eri 16 ár, ókey, chill, men tá tú veruliga, veruliga hevur fingið nokk av bullshitinum? Hvat tá
Flúgvibókin
Martin Strid hevur skrivað væl umtóktar bøkur sum Ótrúligu søguna um ta risastóru peruna, søgurnar um Mimbo Jimbo og Tá ið Mumbo Jumbo varð risastórur. Nú hevur hann aftur skrivað eina stuttliga og STÓRA bók, sum tit kunnu gleða tykkum til: Austin er horvin, og nú má stórasystir Minna royna at finna hann. Lukkutíð hjálpir ein ófør, lítil heks henni + tríggir vinir (sum tú kennir væl).
Heimsins vandamiklasta harkalið 2 (24)
Heimsins vandamiklasta harkalið er aftur her! Killer, Kryvjarin og Skrappi hava sligið seg saman við Vampýrrósuni. Tey gera øll í grannalagnum hjartkipt og liggja í einum hørðum tvídrátti við Ræðuliga dreingjaharkaliðið. Les fýra nýggjar søgur um HVH. Veruligir brotsmenn koma í Illaskóg, og tað á føstulávint!
Málverjin og havið (30)
Ein nýggjur fótbóltsvenjari ger lívið trupult fyri tólv ára gamla málverjan Lenu Líð. Í grannahúsunum hugsar Trilli um, hvussu hann skal fáa ta nýggju gentuna í flokkinum at varnast seg. Og á sjónum baksast abbin sum vant uttan at hugsa um, at hann er blivin gamal. Hetta árið mugu tey stríðast, Lena, Trilli og abbin, bæði við seg sjálv og við náttúrukreftirnar. Bókin er sjálvstøðugt framhald av Vafluhjørtu















