Gosfjøll
Hvat er eitt gosfjall? Smeltað grót trýstir seg upp ígjøgnum tunnu jarðarskorpuna og verður til lava. Tað flýtur sum siroppur, og so hvørt sum tað kólnar, mennist eitt fjall til eitt gosfjall. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu eitt gosfjall verður til umframt kendar hendingar í søguni, har gosfjøll hava lagt bygdir og annað í oyði.
Brá fær eitt ross
Brá elskar ross. Pápi hennara eigur eitt ross. Tað eitur Rósa. Brá hevur skjótt føðingardag. Hon ynskir sær eitt ross. Einki annað.
Vandamiklar rýmingar
Fólk, sum sita í fongsli ella sum fangar í legum ella aðrastaðni, hava altíð roynt at rýmt. Tað kunnu vera fólk, sum hava framt brotsgerðir og sita í fongsli, sum verða hildin at vera ógjørlig at rýma frá, fangar, sum eru tiknir í kríggi av fíggindanum ella politiskir fangar, sum eru settir í fongsul av tí, teir trúgva uppá.
Virus
Í 2020 kom koronavirusið til Føroya. Skúlarnir lótu aftur, og børn vórðu send heim. Men hvat er eitt virus í grundini? Hví gerast vit sjúk av virusi? Og hvussu kunnu vit verja okkum ímóti virusi? Tað kanst tú lesa meiri um í hesi bókini.
Klókir fuglar
Fuglar duga at flúgva, at láta og at finna mat. Teir duga eisini at hugsa. Nakrir fuglar eru líka klókir sum sjimpansur. Teir fáa nýggj hugskot og loysa truplar uppgávur.
Vinmenn, flex-perma (23)
Seks kvæði, yrkt eftir Føroyingasøgu: Brestis kvæði - Sigmundur og Tórir - Bjarnabani - Sigmunds kvæði yngra - Deyðastund Sigmundar - Leivs kvæði
Men hvat hendi við tær?
óhanna er øðrvísi enn hini í familjuni. Hini eru kløn, meðan Jóhanna er stór. Hvat hendi við henni? Jóhanna vil vera ósjónlig, men øll síggja hana. Serliga plágurnar í skúlanum. So skjóta foreldrini upp, hvussu hon kann loysa trupulleikan. Hon kann fáa 100 krónur fyri hvørt kilo, hon lætnar. Jóhanna góðtekur avtaluna, og so við og við lætnar hon meir og meir. Men verður hon glaðari? Og loysir tað í grundini trupulleikarnar, hon hevur?
Træhúsið í 91 hæddum (23)
Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 91 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Nú hevur træhúsið fingið eina kavbáta-tvíflísa-sølubúð, sum selur tvíflísar líka stórar sum kavbátar, heimsins sterkastu melduródn, eitt ovurstórt lokkanet – við einum risaeiturkoppi - eina oydna oyggj og ikki minst ein stóran, reyðan knøtt, sum kanska kann spreingja allan heimin í luftina.
Ein beiggi ov nógv (20)
Sára orkar ikki at vera fitt við Steinar. Hann er alt ov lítil og so ræðuliga troyttandi og forkelaður. Men eftir at mamma hansara doyði, flutti hann inn hjá Sáru og teimum. Knappliga fær Sára at vita, at hon hevur fingið ein beiggja. Hann er har alla tíðina og oyðileggur alt, sum fyrr hevur verið gott. Sára orkar hetta ikki. Familjan kann ikki hava tað soleiðis. Tað er tá, at hon fær eitt genialt hugskot, sum kanska fer at broyta alt.
Alva og Lias
Elsubeth M. Fossádal er, umframt at vera rithøvunduri, eisini lækni. Aftaná hvørja søgu er ein faktasíða, har ein lækni greiðir barninum frá tí, sum hendir í søguni: hvat tað er at fara til barnakanning, um ovurviðkvæmi, og hvat vit skulu gera, um um vit brenna okkum.
Gigga etur breyðflís (44)
Gigga er farin at vitja ommu. Har býr hundurin Labbi. Gigga fær eina breyðflís. Labbi vil eisini hava! Ein fitt pappbók um at deila.
Gigga sparkar bólt
Gigga og mamma vitja ommu. Men so fer mamma avstað. Gigga tímir ikki at reiggja ella lesa bók. Hon vil bara hava mammu. Men so kemur Labbi við bóltinum. Hann vil spæla.
Endin (14)
Tú ert seytjan ára gamal. Tað er summar, og verðin sær út júst sum vanligt. Men tú veitst, hvat fer at henda. Um ein mánað eru vit øll burturi. Hvussu kennist tað at vita akkurát upp á tíman, nær tú skalt doyggja? Hvat ætlar tú at gera ta síðstu tíðina? Og hvørjum vilt tú vera saman við, tá ið alt fær ein enda?Endin er ein undirgangssøga um tvey einsamøll ungfólk í einari verð, sum livir upp á lænta tíð.
Lívið - Myndprítt (9)
Eingin myndprýðir óttan, vónina og dreymarnar hjá okkum menniskjum sum Lisa Aisato. Her hevur hon savnað allar sínar bestu myndir, bæði klassikarar og spildurnýggjar myndir, og skrivað ein lívsjáttandi tekst um hetta lívið, sum vit øll skulu læra at liva. Alt, sum lívið hevurat bjóða: kærleika, sorg, iva og stóra gleði lýsir og myndprýðir Lisa Aisato við sínum serstaka stíli, sum rørir okkurt djúpt í okkum.
Mín jólabók 2020 (20)
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Sombigarðurin 1 - Deytt djór
Eitt vandamikið sombivirus er í umferð. Milo er fangaður í djóragarðinum, har pápi hansara arbeiðir. Bara her eru teir tryggir. Uttanfyri bíða sombiini. Men ein dagin kemur eitt sombi inn í djóragarðin. Og nú má Milo stríðast fyri at yvirliva saman við vinunum Samir og Afiu















