Djórametbókin (12)
Hvussu høgt ber tað til at leypa? Hvør slanga hevur sterkasta eitur? Hvør hevur heimsmet í at pissa? Náttúran er full av fantastiskum djórum, sum eru serfrøðingar í teimum løgnastu tingunum. Í bókini kanst tú lesa um fiskin, sum dugir at spáa um veðrið, froskin, sum angar av jarðnøtasmøri, og ormin, sum er longri enn ein royður! Hetta er bókin til tín, sum vilt vita alt um tey ótrúligastu djórini á jørðini.
Bókin, sum ikki vildi verða lisin (22)
Hetta er søgan um bókina, sum ikki vildi verða lisin. Ein bók, sum av øllum alvi roynir at fáa frið. Orð verða býtt um, bókin letur seg aftur og knappliga - ein krokodilla! Ein óvanlig, livandi, óstýrilig og gandakend myndabók, ið ein lítil, stuttligur maður, sum eitur David Sundin, hevur skrivað.
Andskræmiliga søgan um lítla hann (28)
Onkuntíð er gott at vera bangin... Hetta er søgan um Lítla Hann. Hann fer at vitja hjá verðsins besta abba, men tá hann kemur har, er onki, sum tað plagar. Urtagarðurin er tilrógvin, abbin liggur sjúkur í songini, og húsið er fult av myrkum skuggum. Haraftrat stendur hurðin á klædnaskápinum opin - klædnaskápið, har ræðulig spøkilsi eru...
Tel við Mimbo Jimbo (58)
Mimbo Jimbo dugir at telja. Hann telur líka upp í tíggju. Tú kanst læra tølini saman við Mimbo Jimbo og øllum vinum hansara.
Styrki - Karanabreytin, loggbók 1 (35)
Rúmdarskipið hjá Sagu er sorlað sundur og farið púrasta av kós, og nú skrivar hon sínar frásøgur, áðrenn hon noyðist at fara í ævigan dvala. Hvør er hon, og hvaðani er hon? Hvat var tað, sum hendi, tá tey fremmandu av Kamenia hertóku hennara gongustjørnu? Hon mátti taka á seg at fara ímóti máttmikla fúrstanum og synum hansara. Sjálvt um hon onga Styrki hevði. Bókin er um styrki og veikleika, tað góða og tað ónda í menniskjum, stríð um vald, svikaráð og kærleika.
Træhúsið í 104 hæddum (23)
Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 104 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Í træhúsinum er mangt og hvat. Nú kanst tú blaka við køliskápum, gera pengar við pengamaskinuni (sum eisini ger hunang), ganga í teimum óendaligu trappunum, spæla bolla-kríggj, fara í rop-bankan, fløkjast inn í eina stóra fløkju ella vitja stóra skansan, sum er styrktur við eyka sterkum skansa-styrkjara. Íðan, hvørjum bíðar tú eftir? Kom við upp!
Glæma rýmir
Brá eigur eitt ross. Tað eitur glæma. Men ein dagin er Glæma ikki í girðingini. Hon er rýmd saman við Rósu. Brá og pápin leita. Munnu tey finna Rósu og Glæmu aftur?
Brá fer í ríðiskúla
Brá eigur eitt ross. Tað etiru Glæma. Brá og Glæma skulu í ríðiskúla Brá er eitt sindur stúrin. Tí nógv er, sum hon skal læra. Man tað fara at ganga væl?
Heykur fer í skúla
Eg eiti Lea, og hvølpurin hjá mær eitur Heykur. Eg elski hann yvir alt í verðini, sjálvt um hann ger fortreð viðhvørt. Tá ið hann bítur í fjarstýringina, verður mamma ørg. Heykur má í skúla at læra at akta.
Tornarósa
Tá ið Tornarósa verður doypt, gloyma kongur og drotning at bjóða einum sera týdningarmiklum gesti - tí einu álvuni. Sekstan ár seinni gongur ynski hjá hesi óndu álvu út...
Meira rætt ella skeivt
Eru rottur nakrantíð ákærdar fyri stuldur og hóttar við deyðarevsing í einum vanligum dómstóli? Er ein ósløkkjandi, brennandi steinur til? Eru børn fødd í rúmdini, og vóru tað vaksin, sum fyrst brúktu suttu? Her eru 14 spennandi og løgnar søgur. Les, hugsa, met um royn so at gita, hvør søga er røtt, og hvør er rong. Tann, sum ljóðar sonn, kann vera rong, og tann, sum ljóðar rong, kann verða røtt.At enda fært tú hugskot til, hvussu tú kanst gera tína egnu rongu ella røttu søgu.
Álopin av áarrossinum og aðrar spennandi søgur um dýraálop
Tá ið hann vaknaði aftur, var hann umgirdur av sera ringum lukti. Alt var myrkt rundan um hann, og hann helt, at hann var vorðin blindur. Men tað kendist so løgið, tí beinini vóru í vatni, men kroppurin kendist turrur. Turrur, men fullur í slími. Okkurt tungt trýsti á búkin og um at vita, hvat var hent, og hvar hann var, eydnaðist tað honum at lyfta hondina og føla, hvat tað var, ið var hent. Hann var fangaður í kjaftinum á áarrossinum!
Pólnátt
16 ára gamli Ilias býr í einari flóttafólkamóttøku saman við níggju ára gomlu systur síni, Amiru. Ein dagin hendir nakað, sum ger tað vandamikið at verða verandi. Systkini noyðast at flýggja út í ta myrku náttina. Vindurin er ísakaldur, og tey hava skund. Skjótt hoyra tey kavaskutaran, sum er eftir Iliasi. Hvør kann hjálpa teimum ígjøgnum ta frystu´vetrarnáttina?
Handbók fyri superhetjur 6.partur: Uttan vón
Øll í Rosenhill eru skelkað. Sjey børn eru horvin sporleyst, og fólk eru bæði bangin og ill. Hví gera løgreglan og Reyði skorturin einki? Kann býurin ikki líta á sína superhetju, nú tá tey veruliga hava tørv á henni? Í loyndum arbeiða Lisa og liðfelagar hennara hart, og tey hava funnið spor og ábendingar. men okkurt ruggar ikki rætt ...
Tá eg varð rænd aðru viku í juni (40)
Eitt ógvisligt og skeivt ævintýr um knappliga at enda í eini aðrari familju. Og hvør veit, tað er kanska ikki so galið, sum tú heldur? Tað kundi hent, at tað er tað stuttligasta, sum er hent tær í langa tíð! Familjan hjá Vilju vil onki stuttligt gera í summarferiuni. Tað stuttligasta, sum hendir, er, at tey skulu fara við bilinum at vitja ommuna. Og tað er ávegis hagar, at tað hendir. Ein rænarabilur forðar teimum á vegnum.
Hilda og Monsi (20)
HIlda og Monsi eru vinir. Men ein dagin hvørvur Monsi inn í Álvaheyggj....















