Hundatúrurin
Hugsa tær at sleppa ein túr við stóra hundinum hjá ommuni? Bara ein lítlan túr út at pissa. Far ikki ov langt! Nei. Bara ein lítlan túr. Og tú mást ikki vera ov leingi burtur! Minst til tað! Hvussu leingi man tað vera? Tað er ikki gott at vita. Og hvør er tað í veruleikanum, sum gongur túr við hvørjum?
Tá Mumbo Jumbo varð risastórur (13)
Tann einasta, sum kann gera Mumbo Jumbo lítlan aftur, er heksin Baba Jaga. Og hon býr í Sibiria, 10.000 km burturi. Tað verður ein long, vandamikil ferð. Men hvør er Baba Jaga, og hvussu fer hon at gera Mumbo Jumbo lítlan aftur?
Ronja Ránsmansdóttir (14)
Ronja er dóttir ránsmannakongin. Ronja er við at gerast vaksin, vil vera sjálvstøðug og ger uppreistur móti foreldrunum - serliga pápanum - tá hon møtir Birk, son fíggindan. Saman velja tey at venda ránsmannalívinum bakið.
Brøðurnir Leyvuhjarta (13)
Um brøðurnar Leyvuhjarta, sum eftir deyðan búgva í Nangijala. Har skuldi verið gott at verið, men valdsharrin Tengil ræður fyri borgum.
Barnasangbók Føroya
Barnasangbók Føroya er ætlað børnum 0-7 ár. Hon hevur 114 sangir á ymsum torleikastigum, og sangirnir eru bæði gamlir og nýggir. 11 føroysk myndlistafólk hava myndprýtt bókina, og nótar eru til allar sangirnar.
Um kríggj var í Norðurlondum
ímynda tær, at tað er kríggj - ikki í Afganistan ella Sýria ella í onkrum øðrum landi langt burturi - men í Evropa, í Føroyum, hjá okkum. Við bókini bjóðar Janne Teller lesarunum av at gera eina hugaroynd. Við at venda sjónarhorninum á fær hon okkum at skilja, hvat tað í veruleikanum merkir at verða flóttarfólk.
Klukkusavnarahandbókin (20)
Í bókini eru myndir og tekstur um 50 klukkur, ið fara at hugtaka teg og taka teg á bóli. Her eru blunkandi lyktaberarar, yvirsterkar og skjótar klukkur, sýruskjótarar, klukkur, ið stýra eftir stjørnunum og nógv fleiri. Letur tú bókina upp, hevur tú tikið fyrsta stigið á kanningarferðini.
Magnus Heinason 1
Føroyar, ár 1562... Magnus Heinason ætlar sær út í heimin.Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar viðsjórænarar. Hann er sterkur og djarvur - fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum - roysnisbrøg
Billie. Tú ert tann besta (43)
Lívið hjá fosturfamiljuni í Búkróki heldur fram at taka okkum á bóli, og Billie er uppi í øllum sum vanligt. Áðrenn hon veit av, er hon blivin kend í býnum. Hjálp!Heima verður Tea øvundsjúk. Og Álvur er eisini illur, tí at Billie er drigin at hansara stóra hatursobjekti Douglasi. Hvat er tað, sum í grundini er farið fram millum systkinabørnini? Hevur tað nakað at gera við, hvussu lítlibeiggin doyði? Billie má bara vita tað.
Drongurin í stríputum náttklæðum (26)
''Tað eru fleiri hundrað børn her,'' segði Bruno uttan at hugsa um orðini, áðrenn hann segði tey, '' Tey eru bara hinumegin stikið.''
Harry Potter 2, heft og kamarið við loynidómum
Harry er heima hjá fosturforeldrunum. Hann er í summarfrítíð og upplivir ringasta føðingardagin nakrantíð. Harry hevur aldrin havt tað gott hjá Dursley fólkunum. Har hendir ymiskt løgið - og stuttligt.Onkur er,sum roynir at forða Harry at fara aftur. í Hogwarts. Tað er tað ringasta, ið kann henda, tí ikki fyrr enn Harry frætti frá gandaskúlanum og fekk at vita um sín egna uppruna, hevur hann varnast, at tað eru fólk, ið eru góð við hann.
Í rósunnar miðju (24)
Stefan og pápin eru einsamallir, tí mamman hevur tikið lívið av sær seinasta heyst.Stefan heldur tó, at alt er ikki so einfalt, og hann hevur hug at kanna hetta nærri.Hann sníkir seg at lesa eitt bræv, mamman hevur skrivað, áðrenn hon doyði, og í brævinum finnur Stefan evarska smáar bókstavir í einari tekning av einari rósu. Nú fer Stefan at leita eftir sporum og finna útav, hví mamman doyði.
Mín Jólabók 2018 (21)
Mín jólabók 2018 er á tremur við góðum søgum og jólaprýði, sum tit kunnu gera til jóla. Fjúrtan høvdundar og átta myndprýðarar hava gjørt hesa jólabókina til eitt satt upplivilsi.
Lítli Virgar hjálpir einum eina-og-aleina storki
Hvør vil ikki fáa tríggjar lakresspípur? Tað vilja Lítli Virgar, Karl Emil og Oskar so í øllum førum. Tí gera teir av at hjálpa keypmanninum. Storkurin er fluttur inn á takið hjá keypmanninum, og keypmaðurin ræðist fyri, at skorsteinurin fer at detta niður. Men um nú storkurin fekk sær ein maka, so kundi tað jú verið, at tey bæði funnu eitt annað stað at búgva. Tí fara dreingirnir út at leita eftir einum maka til storkin. Alt gongur ikki sum ætlað .
Lítli Virgar og drekin
Lítli Virgar, Oskar og Karl Emil fara at leita eftir einum dreka, sum Oskar sigur seg hava sæð niðri við vatnmylluna. Tað er eitt farligt ódjór við fýra høvdum og sjey beinum, sum bara etur prinsessur og eld . . . Um tað nú er til í veruleikanum.















