Barn undir krígnum, innb.
Søgan fer fram undir 2. heimsbardaga og er um eina familju, sum býr á Tvøroyri. Børnini Lisa, Mia og Jákup uppliva nógv spennandi og óhugnaligt. Bretar herseta Føroyar, og børnini gerast vinir við hermannin Jack.
Trøll: Silvurið
Maðurin, sum leit á Kalifornia
Í teknirøðini er inngangur um John Colter og søguna á vesturlandinum í USA um 1804-05.
Buddy Longway Chinook
Teknirøð um Buddy Longway
Tá ið sólin skuldi seljast
Søgan er um eina prinsessu sum skal giftast, men pápin skal velja hvørjum hon skal giftast við. Har koma tríggir hermenn, tveir verða sendir avstað aftur beinavegin, men tann triði nevndi sólina í sínari røðu, og tá blotnaði kongurin.
Tá ið eg var lítil
Í savninum eru sjey smáar søgur: Hygg sólin, mamma Haran við reyða hálsklútinum Eiturkopurin og flugan Lítli Mortan Mús Ein sólskinsdagur uppi í veitini Tann lítli vætturin Elin og dukkurnar
Sangbók til skúlabrúks
Í bókini eru nakrir av okkara kendastu barnasangum, 78 í tali, bæði eldri klassiskir sangir sum t.d. Hans A. Djurhuus hevur skrivað og nýggir sangir: T.d. Eg átti mær ein grønan bil, Góða mamma, eg vil sova, Snar, Í ánni siglir skipið mítt, Másin sigur pli, pli, pli, Veturin kom við kulda og kava o.m.a.
Pettson fær vitjan á jólum
Pettson gamli og fressurin Findus hava stákast upp undir jól. Nú er bara eftir at fara at fella jólatræið og keypa jólamatin. Men tá verður tað, ið ikki mátti henda. Pettson dettur og meiðir sær fótin, so hann sleppur ikki av fetanum. Hetta høvdu verið eini ræðulig jól, hevði Pettson ikki fingið vitjan, ið hann ikki hevði droymt um.
Pannukøkulagkøkan
Ein sera lívlig og skemtingarsom søga um tá ið Pettson gamli bakaði pannukøkulagkøku til Findus, fressin, ið fyllir tríggjar ferðir um árið. Pettson er óvanliga umhugsin og góður av sær. Tað veit Findus, men grannarnir halda ikki so... Hetta er fyrsta bókin um Findus og Pettson. Ein stuttlig og lívsjáttandi bók við heilskapaum persónum, lýstir við kærleika.
Neyðars Pettson
Pettson er í ringum lag og vil hava frið í hesari bókini um Pettson gamla og fressin Findus. Findus hevur ongantíð sæð Pettson so illan fyrr. - Eg má gera okkurt fyri at fáa hann glaðan aftur, hugsar Findus. Pettson vil ikki koma við at fiska, men Findus veit, hvussu hann skal fáa gamla væl hýrdan aftur.
Lív og dýrini
Fýra søgur um lítlu Lív og øll dýrini, henni dámar. Lív og dýrini er barnabók í fýra samanhangandi pørtum. Bókin kann sigast fyri 3 ára gomlum børnum og eldri.
Lítli Tom Stóri Tom Gamli Tom
Lítli Tom og Stóri Tom koma rógvandi í árabáti til eina oyggj, sum liggur úti á havinum. Teir hava kort við sær og fara í land á oynni at leita eftir fjalda dýrgripinum.















