Lena er sjúk og liggur í songini. Ninna vil ikki vitja hana. Tá ið Lena er sjúk, kann hon einki og skal vera inni alla tíðina. Tað hevur Ninna ikki hug til. henni dámar ikki, tá ið fólk eru sjúk. tí kanska doyggja tey.
Ida er hjá ommuni, hon skal sova har. Tá ið omman hevur lisið søgu, leggur Ida seg at sova, men har eru so nógv óhugnalig ljóð í húsunum. Har er heilt vist ein úlvur í vegginum, sum ætlar at eta ommuna ...
Tað ger Bjørn ikki, men so hoyra tey eitt bank. Bjørn verður kløkkur. Er tað ein andi, sum bankar?Ein bók um at hava ótta fyri tí, tú ikki kennir.
Fríða og Bjørn lofta við bólti, og Fríða kastar av óvart bóltin inn í garðin hjá Rósu, men hon torir ikki inn eftir honum, tí tey halda, at Rósa er ein heks. Men er hon tað ? Ein bók um at hava ótta fyri tí, tú ikki kennir.
Mira mús og Milo renna og spæla. So fara tey at renna kapp, men hvat hendir: Mira dettur í ein runuhyl!
Ein dagin hugsaði kongur: Nú tími eg ikki longur. Tað er so strævið at vera kongur. Ein stuttlig søga um ein kong, sum heldur vildi vera drongur.
Dávur fer við familju sínari at ferðast til Venezia. Tey hitta eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum og hoyrir at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso.