Tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár og at skula bera seg at, soleiðis sum øll vilja hava, at tú skalt. Í hesi síðstu bókini eru, amorinir í luftini, tí skúlaveitsla er, og tað gleða øll seg til. Men so hendir nakað, sum fær øði í skúlastjóran …
Lús og loppur er søga um Vár. Tað skriðar so illa í høvdinum á Vár, so mamman fer at leita eftir lús. Men so fer Flekk eisini at klóra sær …
Tá ið lítli Páll læsir seg inni á vesinum, noyðist hann at sita har í myrkri. Har er líka so óhugnaligt inni sum í einum krimifilmi, og knappliga hoyrir hann onkran flenna spakuliga. Láturin kemur úr baðikarinum …
Lisa og mamman eru á listasavni. Har er nógv list, sum Lisa heldur er stuttligt. Men Lisa er eisini svong, og tíbetur eru bananir á listasavninum ...
Meðan øll børnini í barnagarðinum spæla við ymsar leikur, so situr Emil við einum fínum pakka í føvninginum. Hvat man vera í? Ja, lesið so fáa tit at síggja!
Mona veit, hvat hon skal gera, hon finnur bara eina kettu sjálv. Men tíverri gongur ikki alt, sum hon ætlar. Kettan hvørvir, men Mona hevur fingið eina súkklu í jólagávu, so hon kann bara fara at leita eftir kettuni við súkkluni.
Óli og Ívar eru fluttir í nýggj hús. Í kjallaranum er bølamyrkt, og har spøkir? Óli og Ívar droyma sama dreymin, men ongin í húsinum lurtar eftir teimum. Grannakonan veit tó væl, hví teir droyma ringar dreymir.
Adam ger alt tað og eigur alt tað, sum ein kulur sjórænari skal.
Leivur skal sova, men hann bæði sær og hoyrir líkt og ólíkt. Spøkilsi, tjóvar og vampýrar. Um morgunin kemur mamman og spyr, um Leivur hevur sovið væl? Man Leivur hava sovið væl?