Oyggin hjá teimum horvnu
Leyp nú, Eva!
Hvør torir at renna oftast yvir um sporið, áðrenn tokið kemur? Tað er spælið, sum Eva og vinfólkini spæla tann dagin, tá tað næstan endar galið. Ein loyndarfullur bjargingarmaður bjargar Evu frá tí vissa deyða. Men hvør er hann, og hví er hann so ólukkuligur? Og hví uppførir vinkonan, Merian, seg knappliga so løgið? Hví vil hon ikki fortelja Evu, hvar hon býr?
Stórveldsins Arvingar 3. Gravgongustjørnan
Alice og Elias og vinirnir á rúmdarskipinum Kvirruni eru dottin niður á Umbezra, sum er gravgongustjørnan hjá tí gamla stórveldinum. Har reika bara tey deyðu. Sigst. Men so fáa tey eitt neyðsignal frá mammuni. Hon tykist eisini at vera á Umbezra. Tey royna at finna hana, og tá fíggindar elta tey, verða tey noydd niður í tær elligomlu katakomburnar, har óhugnaligar verur og ræðuligar uppdagingar bíða eftir teimum...
Bókin um tann ótrúliga menniskjakroppin
Visti tú, at menniskja kroppurin er ein tann mest samansetti skapningurin í alheiminum? Her finnur tú eitt yvirlit yvir allar høvuðsskipanirnar í kroppinum, frá beinagrindini, vøddunum og húðini til hjartaæðraskipanina og immunverjuskipanina.
Atlas við drápuligum dinosaurum
Dinosaurar gerast bara meira og meira spennandi! Vísindafólk finna nýggj sløg hvørja viku. Møt teimum nýggju og hoyr tað nýggjasta um tínar gomlu yndisdinosaurar. Síggj, hvussu hesi risastóru djórini ráddu í hvørjum einasta króki av heiminum. Les eisini um, hví dinosaurarnir doyðu út.





