Loyndarmálið hjá pápa
Pápi hevur eitt loyndarmál – eitt loyndarmál, sum vit bæði, Siri og eg, ikki mugu gretta orð um. Og eitt kann eg siga tær! Tað er verri enn loyndarmálið hjá flest øðrum húskjum. – so nógvar ferðir verri!
Gladiator drongurin 2. Flýggja
Torir tú at fylgja Decimusi, nú hann stríðist fyri lívinum á Doom arenuni? Hevði tú klárað at verið álopin av kempum við sleggjum ella at stríðst mann móti manni? Fer Decimus Rex nakrantíð at gerast frælsur? 2 bókin um Decimus, gladiatordrong í Rom.
Gladiator drongurin 1. Hetja á
Torir tú at fylgja Decimusi, tá ið hann verður tikin av ránsmonnum? Hevði tú yvirlivað á teirri ræðuligu deyðsarenuni? Hoyr um dystirnar, sum óndi leikstjórin letur hetju okkara Decimus Rex luttaka í.1 bók um Decimus, gladiatordrong í gamla Rom.
Mannajagstrarin 3
Ezra, Selina og Luka leita eftir Veiðumannabókini. Teir skulu forða greivanum at sleppa einum dreka leysum á jørðini. Og tað er ein kapprenning við tíðina.
Huckleberry Finn
Ein hin kendasta bókin eftir Mark Twain. Spennandi, stuttlig og verður av nógvum roknað sum klassikari í nýggjum amerikanskum bókmentum.
Malice
Bókin er í tveimum: í veruliga lívinum verður søgan fortald við vanligum teksti, men tá ið vit koma í Malice, sum undirverðin eitur, verður eisini sagt frá í teknirøð. Letur tað seg gera at sleppa heim aftur er júst hetta, Seth og Kady stríðast við.
Endurminningar hjá Mumipápa
Tá ið Mumipápin verður sjúkur, setir hann seg niður og byrjar at skriva um ungdómslívið, tá ið alt var nógv størri og vandameiri og heitari enn nú. Kanska reypar hann í so nógv, men tað er til stóra fragd fyri áhoyrararnar.
Tíðarbaðikarið hjá Proktori dr
Proktor fer at hitta gomlu kjerligheitina í París. Men stutt eftir at hann er farin, fáa Ata og Boksi eitt postkort frá honum, sum er skrivað á dulmáli. Proktor er í vanda, og Ata og Boksi gera skjótt av at fara at hjálpa honum.
Spøkilsisjagstrari
6. bókin í røðini Krýnikur úr døkkari fortíð. Torak undir seinastu ævintýraferðina. Hann noyðist saman við Renn og Úlvi niðan á Spøkilsisfjallið at vinna á Eostru. Torak má taka eina trupla avgerð. Megnar hann tað?
Mannajagstrarin 2
Luka vil verða mannajagstrari, men hann hevur ongan lærumeistara. Tá ið hann hoyrir um víðagitna mannajagstraran Ezra ArManju, fer hann av stað í stundini í vón um at gerast lærlingur hansara. Á vegnum møtir Luka teirri villu Selinu.
Alex Dogboy
Tað er, tá ið foreldur Alex svíkja, at hann flytur út á gøtuna. Ein hjartanemandi søga um tilveruna hjá gøtubørnum og um, at tað hóast alt ber til at hava vónir fyri framtíðina.
Tær tríggjar systrarnar,Enja 3
Eitt svørð fer flúgvandi gjøgnum luftina, og tann gamli skríggjar so sáran. Enja tekur til beins. Aftan fyri seg hoyrir hon rossini duna, men mjørkin forðar teimum at síggja hana. Løtu seinni hoyrir hon hvørki ross ella menn.
Halastjørnan kemur
Bøkurnar um mumitrøllini og øll hini, sum vitja ella búgva í Mumidali, eru vorðnar heimskendir klassikarar. Í hesari er alt eitt sindur spennandi og óhugnaligt, tí øll vænta eina halastjørnu fara at koma, og tað dámar ongum sjálvandi
Lívið sum Rósa 3
Fyrr helt Rósa, at tónleikurin var tað týdningarmesta av øllum í einum sangi, men nú veit hon, at teksturin er alt. Tað sigur Robbi so. Og alt, ið hann sigur, er øgiliga týdningarmikið.
Mannajagstrarin 1
Sjamanurin í býnum skal geva Luka eitt lærupláss millum veiðimenninar í býnum. Men nakað sera óvæntað bíðar honum. Hann hevur evni, sum onnur ikki hava!
Hin seinasti bardagin, Søgur úr Narnia 7
Á seinastu døgum Narnia er landið hótt sum ongantíð áður.Lygnir og svik hava fest røtur, og bara kongur og ein lítil skari av trúføstum viðhaldsfólki kunnu fyribyrgja, at alt, tey hava kært, gongur undir í hesum stórfingna endanum á Søgunum úr Narnia















