Innkeypskurv

íalt

Tænastur

BMS átekur sær at goyma allar bøkur, tíðarrit og fløgur hjá bókaforløgum í tryggum og hóskandi umstøðum í Bókahøllini á Sandvíkahjalla.
BMS virkar fyri at menna føroyska bókasølu og átekur sær at kunna bókhandlar um allar nýggjar bøkur, so skjótt sum til ber – og vanliga sama dag, sum bókin er komin á BMS. Hetta verður m.a. gjørt við at seta seg í samband við bókhandlar og leggja upplýsingar um allar bøkur hjá Forlagnum, ið eru til sølu á BMS, á heimasíðuna hjá BMS. Her skal eisini verða víst til heimasíðu Forlagsins, um nøkur er.   
BMS avgreiðir allar bíleggingar so skjótt, sum til ber – vanliga saman dag. BMS krevur inn pening frá skuldarum og ávísur forløgunum tað, ið forløgini eiga á, eftir fastari skipan. BMS hevur dagført yvirlit yvir alla goymslu hjá forløgunum og kann útvega neyv hagtøl fyri goymslu og sølu hvønn ársfjórðing.
BMS átekur sær – umframt bókagoymslu – eisini at gera ymiskar aðrar tænastur fyri forløg, eitt nú senda fríeintøk við postinum, avgreiða ordrar, ið eru ókeypis, pakka leysar bøkur í eskjur og seta á platt, umskipa bøkur av platti á annan o.a. Fyri hesar tænastur krevur BMS ymisk gjøld, ið eru nærri tilskilað í uppískoyti til sáttmála, ið verður gjørdur við okkara viðskiftafólk. Hesi gjøld verða endurskoðað javnan, og BMS hevur skyldu at boða Forlagnum frá broytingum í minsta lagi ein mánað áðrenn broytt gjøld verða sett í gildi.
Kostnaðir


Forløg rinda goymslugjald fyri plattar á goymslu. Plattaleigan verður goldin fyri hvønn mánað og mótroknað gjaldinum, sum forløgið eiga á hjá BMS vegna sølu uttan so, at onnur avtala er gjørd. Íroknað goymslugjaldið er trygging av bókunum fyri framleiðslukostnað.
BMS tekur 10 %  av netto søluupphæddini í ómaksløn fyri sølu. Netto søluupphæddin er tað krónutal, ið eftir er, tá ið søluavsláttur keyparans er tikin av fakturaprísinum. Keyparar kunnu vera bókasølur ella skúlar.

 

Avrokning

BMS rindar forløgum allan pening, tey eiga á, fyrsta í hvørjum mánað. Kreditttíðin er leypandi mánaður + ein mánað. BMS verður heimilað at mótrokna allan pening, ið forløg skylda BMS vegna plattaleigu og aðrar tænastur, ið nevndar eru í § 9. Hevur forlag skuld heldur enn áogn, verður rokning send, og er kreditttíðin leypandi mánaður + 1 mánað. Eftir hetta verður renta roknað av falnari skuld.

Some description        Some description